Seinastu tíðindi
Runavíkar kommunuskúli heitir á foreldur um at bíða við snildfonini
07. mai 2024

Við hesum skrivi verður heitt á foreldur at næmingum í grunddeildini um í felag at avtala, nær børn teirra hava aldur at fáa eina snildfon. Flokslærarin tekur evnið upp á foreldrafundi, og vónandi verður felags semja funnin um skilagóða loysn fyri barnsins besta.

Nógv prát er í hesum døgum um fólkaskúlan og trivnaðin hjá okkara næmingum bæði í skúla og heima. Skilagóðar broytingar av føroyska fólkaskúlanum eru á veg, trivnaðarátøk verða framd, men sera lítið verður prátað um elefantin í rúminum, sum hópin av granskarum meta hevur ómetaliga neiliga ávirkan á børn, nevniliga snildfonin.

Í vesturheiminum, eisini í Føroyum, er sálarheilsan hjá børnum og ungum støðugt versnað síðani uml. 2010. Hvat hendi fyri smáum 14 árum síðani? Jú, børn og ung fingu snildfon og sosialir miðlar gjørdust partur av gerandisdegnum og júst hetta, meta hópin av granskarum, hevur verið hin mest avgerandi orsøkin til keðiligu gongdina. Barnaheilin er ikki enn mentur til at handfara eina snildfon, barnið gerst bundið, og hetta hevur neiliga ávirkan á menningina og trivnaðin hjá barninum bæði í skúla og heima.

 

Fimm avleiðingar snildfonin hevur á dreingir og gentur:

1. Børn og ung brúka uml. 5-9 tímar um dagin á snildfonini aftan á skúlatíð. Hetta tekur tíð frá øðrum virksemi og veruligari samveru og nærveru við onnur fólk.

2. Síðani 2010 eru børn og ung uml. 65% minni saman við vinum aftan á skúlatíð.

3. Síðani 2013 eru børn og ung farin at sova færri tímar, og svøvnurin verður oftari avbrotin.

4. Vaksandi hópur av børnum og ungum hava trupulleikar við at halda hugsavnan.

5. Stórur hópur av børnum og ungum eru bundin at snildfonini, og granskarar vísa á, at fleiri av hesum børnum og ungum fáa varandi mein.

 

Fýra neiligar avleiðingar snildfonin í stóran mun hevur á gentur:

1. Gentur samanbera sína útsjónd við aðrar gentur og kend fólk á sosialu miðlunum. Hetta fær gentur at kenna seg minni vakrar og ikki nóg klænar.

2. Sosialir miðlar økja um relationellan aggresivitet millum gentur so sum leysatíðindi og karaktermorð.

3. Sosialir miðlar stuðla undir kenslu-smittan, har gentur átaka sær sálarpínu hjá hvør aðrari.

4. Vaksandi tal av gentum uppliva kynsligan ágang á sosialu miðlunum.

 

Tríggjar neiligar avleiðingar snildfonin í stóran mun hevur á dreingir:

1. Vaksandi hópur av dreingjum gerast sekir í talgildari happing.

2. Stórur hópur av dreingjum gerast í ungum árum bundnir av at síggja óhóskandi og seksuelt tilfar á netinum.

3. Dreingir, sum heild meira enn gentur, gerast bundnir av at spæla spøl á netinum, og teir gerast harvið minni kroppsliga virknir.

 

Ein niðurstøða, sum hópin av granskarum eru samdir um, er, at snildfonin førir til mistrivna, verri evni til hugsavnan, minni rørslu og harvið yvirvekt. Økir um happing og økir um talgildan kynsligan ágang. Og í Føroyum síggja vit harumframt evnini hjá børnum og ungum at tosa og skriva føroyskt vera fallandi, væntandi av tí orsøk, at tey liva í einari talgildari og enskttalandi verð aftan á skúlatíð.

Tøl vísa, at í Danmark fáa børn eina snildfon, tá tey eru um 8 ára aldur. Vit hava ikki nágreinilig tøl í Føroyum, men Fólkaheilsuráðið mælir til ikki at geva børnum snildfon, áðrenn tey eru 14 ár+, viðurkendi danski skúlagranskarin Louise Klinge sigur 15 ár, meðan altjóða granskarar, so sum Jonathan Haidt og Jean Twenge, siga 16 ár. Ymiskar eru meiningar millum granskarar um nágreiniliga aldurin fyri, nær ung hava aldur at fáa snildfon, men breið semja er um, at snildfonin ikki eigur at latast børnum, eins tíðliga, sum nú verður gjørt, og avleiðingarnar av, at vit vaksnu hava sovið í tímanum, kunnu vit einans loysa í felag.    

 

Leiðslan í Runavíkar kommunuskúla

 

Keldur:

Haidt, J. (2024). The anxious generation: how the great rewiring of childhood is causing an epidemic of mental illness . Penguin Press.

 

Almennu skíggjaráðini: https://www.folkaheilsa.fo/Files/Files/Tidindi/Faldarar/131045-Almennu-skyggjaradini-Faldari-210x280mm.pdf

 

Min datter er den eneste i sin klasse uden en telefon. Her er mit nødråb:

https://www.zetland.dk/historie/soB3ZgR4-ae6Ewl5D-f5faf