Tíðindi

Tíðindabræv 25. september 2023

22.09.2023

Nú hava vit gingið 29 dagar í forskúla, og Niðristova hevur skrivað øllum eitt tíðindabræv.

Í forskúlanum hava vit spælt, reiggjað, rusjað, telvað, spælt útibingo, klintrað, hoppað, spælt pikk, spælt við bilar, lego og dukkur. Vit royna at læra okkum reglurnar í talvi. Vit hava spælt nógv úti. Vit hava kritað, spælt "Reytt, gult og grønt", og sungið nógvar sangir. M.a hava vit sungið "Gakk tú tryggur", "Mín ketta dansar tango",  "Ró, ró, ró tín bát", "Vestan fyri Mykines" og "Másin sigur pli, pli, pli." Vit hava sungið 26 ymiskar sangir higartil og lært okkum skúlating. Vit hava arbeitt við rímum; til dømis hús, mús, hestur, prestur og tunna, dunna. Vit hava fingið tvær roknibøkur, sum vit rokna í. Tær eita Rokning 1a og Stuttlig tøl.

Vit hava etið frukt, og vit fáa appilsin, súrepli, perur og banan hvønn dag. 

Vit hava lisið um tey sjúku skrímslini. Tann bókin eitur Skrímslasótt. Vit hava eisini lisið bøkurnar Dinosauravinir, Karius og Baktus, Gruffalo, Abbi er sjórænari og Jinpa og teir tríggir silvurmyntirnir. Vit hava teknað. Vit hava eisini teknað okkum sjálvi. Vit hava sagt kalendaran. Tað er, tá ið vit siga dagarnar, veðrið, um ælabogan og annað. Vit hava spælt SET. Tað er eitt stuttligt spæl.

Vit hava sparkað, og vit hava spælt hondbólt. Vit hava verið í fimleikarhøllini fleiri ferðir og spælt við ting, sum eru har. Vit hava spælt stikkbólt. Vit hava kastað ringar á keylur. Vit hava nógv ting her í forskúlanum, sum vit kunnu spæla við. Vit hava gingið á stúltum. Vit hava tað stuttligt.

Bestu heilsanir,

Børnini í Niðristovu

Fleiri Tíðindi

Vikuætlan yvirlit

Office 365

I-bøkur

Orðabøkur