Skúlaárið 2022/2023

Kvæðastevna í Norðurlandahúsinum

Sera væl eydnað kvæðastevna við dansi, spølum og kappingum fyri miðdeildini í Norðurlandahúsinum tann 15.februar.

Endamálið var at stuðla upp undir kvæðaundirvísingina í fólkaskúlanum, umframt at geva næmingunum góðar og jaligar kvæðaupplivingar, ið kunnu kveikja hug teirra til føroyskan dans og harvið at bera livandi mentan okkara víðari. Sjálvandi dansaðu vit føroyskan dans, men dentur var eisini lagdur á spennandi søgurnar handan kvæðini, har vit høvdu serkøn fólk inni at siga frá Ólavi Riddararós og Sinklars vísu. Hetta var undirbygt við borðspælinum Kvæða-quiz, har næmingarnir skuldu svara spurningum úr kvæðunum fyri at vinna.

Næmingarnir høvdu somuleiðis møguleika at royna seg í dansispølunum, bandadansi og edilingi, har Ung í dansi stóðu fyri undirvísingini. Hesi dugnaligu ungu hava framført nógv dansispøl, ikki bert í Føroyum, men eisini uttanlands, og tey vóru til uppgávuna fús – ein sonn fragd at síggja hesi dugnaligu ungu bera læruna víðari til børnini, sum dansaðu við stórum áhuga.

Næmingarnir hava vant kvæði til dansistevnuna – og tey sýndu góðar dygdir, tá tey upptraðkaðu fyri royndum dómarum í KvæðaTALENT, har vinningurin var bowling fyri flokkin. Tey blivu millum annað dømd eftir dansilag og kvæðaevni.

Okkara næmingar vóru ótrúliga dugnaligir, men næmingarnir í 6. flokki í Vágs skúla fóru avstað við vinninginum.

Eisini var roynt at flyta aldargomlu mentan okkara yvir á pallar, har tey ungu ferðast, við at spæla kvæða-kahoot. Har vóru tað næmingar úr 6. d úr Skúlanum á Fløtum, sum vóru stinnast og vunnu karamellur til allan flokkin.

Endað var við einum braki, tá Hamradun framførdu fleiri av sínum vælkendu kvæðaløgum. Hetta var sera væl móttikið av næmingunum – og tað vóru enntá nakrir, ið fóru upp á gólv undir framførsluni.

Alt í alt ein sera væleydnaður dagur, har næmingar og lærarar hugnaðu og stuttleikaðu sær.

Vikuætlan yvirlit

Office 365

I-bøkur

Orðabøkur