Skúlaárið 2022/2023

10.flokkur framførir Petur Pan

Í dag 24/03 var fyrsta framførsla av leikinum Petur Pan, sum 10.flokkur á Toftum og Runavíkar skúla hava skipað fyri. Næmingarnir hava arbeitt við verkætlanini í fleiri vikur, og úrslitið var framúrskarandi! Leikararnir vóru frálíkir, pallurin ómetaliga flottur, og búnarnir fantastiskir. Næmingar og lærarar í Tofta og Runavíkarskúla vóru boðin til frumframsýningina, og vóru tey øll bergtikin av ungu talentunum, sum skúlin eigur.

Vikuætlan yvirlit

Office 365

I-bøkur

Orðabøkur