Gongutúrur Runavík/Saltangará 30. aug 2018

Hesa ferð gekk túrurin út til marki Runavík/Saltangará. Buss-Pauli koyrdi okkum út til Skúlan við Løkin. Haðani gingu vit niðan á Gerðisveg, har Lýðar og Alek búgva hvørju megin markið. Síðani gingu vit niðan í Smærugøtu, har Haymie býr. At enda tóku vit smølu gøtuna niðan á Leitisveg, har Joan Kristina býr. So fóru vit oman aftur í Skúlan við Løkin. Har ótu vit matpakka og spældu á spæliplássinum har, til vit fóru innaftur á Glyvrar við Jóhan Sigurd.
Aftur hesa ferð var veðri av tí besta og Skt gekk uppá stás.