Soleiðis sær tímatalvan út frá mikudegnum 10. apríl og tvær vikur fram. 

 

Vika 18 - 2024

Mánadagur
29. apríl
Frídagur
Í dag hava vit bara frí :)
Týsdagur
30. apríl
Mikudagur
1. mai
Hósdagur
2. mai
Fríggjadagur
3. mai

Góðu foreldur og avvarðandi.
Frá mikudegnum 10. apríl og tvær vikur farm er rokni- og lesiskeið á skránni í Glyvra skúla.
Hesar báðar vikurnar fara vit at hugsavna okkum um rokning, lesing og skriving. Okkara royndir vísa, at næmingarnir fáa væl burtur úr hesum døgunum.
Vanliga tímatalvan hjá okkum verður sett á pausu hesar dagarnar. Tað vil siga, at vit bara hava føroyskt og rokning.
Fyri at tað skal bera okkum til at arbeiða í smáum bólkum í frið og náðum, hava vit skipað dagarnar eftir eini serligari tímatalvu. Tað hevur við sær, at onkur onkuntíð er fyrr liðugur, og onkur flokkur onkuntíð er longri í skúla. Hetta havi eg kunnað frítíðarskúlan um.
Broyttu tímatalvurnar hjá flokkunum verða lagdar út á heimasetningin.
Eru spurningar eru tit vælkomin at venda tykkum til mín á 237133.
Vinaliga Hans Michael í Mittúni, varaskúlastjóri

Køkuskipan

Vit hava gjørt av at hava eina køkuskipan fríggjadag (onkra ferð er tað eina annan dag í vikuni av serligum orsøkum) Tvs. at næmingarnir skiftast um at hava kaku við hvønn fríggjadag, sum vit so hugna okkum við aftaná vit hava etið matpakka. Eg geri ein lista her, og um tað ikki ber til ásettan dag, so býta tit bara um við onkran annan á listanum. Eg skal minna á hetta á heimasetninginum eisini.

Frí. 1. mars - Sulamith
Frí. 8. mars - Ruth
Frí. 15. mars - Jákup
Frí. 22. mars - Mika
Frí. 5. apríl - Brandur og Sandra
Frí. 12. apríl - Jórun
Frí. 19. apríl - Olivia
Frí. 3. mai - Laila
Frí. 17. mai - Aron
Frí. 24. mai - Jeremy
Frí. 31. mai - Vón
Frí. 7. juni - Bergunn
Frí. 14. juni - Lilja


Frágreiðing

Útiskúli fríggjadagin 17. nov

Vit fara at ganga framvið hjá Ruth, Vón, Lailu og Lilju. Aftaná fara vit at vitja á Eysturoyar ellis- og røktarheimi. Aftaná vitjanina ganga vit oman í Skúlan við Løkin, og harfrá fara børnini í bussin til Rituvíkar. Um onkur skal beinleiðis heim, mugu tit siga mær frá á 589000.
Tit mugu hava vanliga skúlatasku og skúlabøkur við og so matpakka. Verið væl ílatin, tí tað er kalt.

Góðu foreldur og avvarandi..

Glyvra skúli fer í næstum undir eina verkætlan saman við Undirvísingarstýrinum, NÁM og Barna bata, sum hevur til endamáls at styrkja trivnaðararbeiðið á skúlanum. Øll starvsfólkini í Glyvra skúla skulu í hesum sambandi á eitt dagsskeið, sum verður 3. januar. Í hesum sambandi hevur frítíðarskúlin opið allan dagin 3. januar fyri børnunum frá 0. til og við 2. flokk.

Eftir dagsskeiðið 3. januar er meingin, at starvsfólkini á Glyvrum fara at royna nýggja tilfarið og gera sær sínar royndir. Fyri at tryggja, at bæði stór og smá fáa sum mest burtur úr hesum átaki, fara vit regluliga at fáa vitjan av trivnaðarráðgevunum hjá Undirvísingarstýrinum.  

Fyri at foreldur og avvarðandi skulu fáa innlit í høvuðstankarnar handan trivnaðartilfarið Betri Vinir, skipa trivnaðarráðgevarnir hjá NÁMi saman við Glyvra skúla fyri einum kunnandi foreldrakvøldi í Løkshøll hóskvøldið 25. januar kl 19.00, hetta skulu vit nokk minna tykkum á, tá ið hetta kvøldið nærkast.  

Er annars okkurt at spyrja um hesum viðvíkjandi, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við meg.

Vinaliga Hans Michael í Mittúni, varaskúlastjóri, 237133