5. b

Havnartúrur

KVÆÐASTEVNA Í NORÐURLANDAHÚSINUM

Kunnu tit gera ein ekstra stóran innsats at venja 1. til 10. ørindi í Ólavur Riddararós, tí........ Mikudagin skulu vit í Norðurlandahúsið á kvæðastevnu. Tey møta í skúlanum kl. 8.00 og vit verða í Havn allan dagin, líka til kl. 15.00. Bussur koyrir okkum báðar vegir Vit skulu kvøða, hoyra søgur og spurnarkapping. Eisini verður kvæðatalent, har flokkurin skal kvøða framan fyri einari dómsnevnd. Tey mugu hava ein góðan og stóran matpakka við og okkurt at drekka. Um onkur ikki skal heim við úr Havn, so mugu tit siga mær frá.

Ólavur Riddararós "Hvørt skalt tú ríða Ólavur mín? - Kol og smiður við - Í lofti hongur brynja tín." - Ungir kallar, kátir kallar! - Gangið upp á gólv, dansið lystilig! 2. " Eg fari mær á heiði ta villini hind at veiða" 3. "Tú fert ikki at veiða hind. men tú fert til tína leikalind. 4. Hvít er tín skjúrta, væl er hon tvigin, í blóði verður hon av tær dirgin. 5. Hvít er tín skjúta, væl er hon skorin, í blóði so verður hon aftur borin." 6. Ólavur snúðist síni móður frá: "Gud gevi ikki ganga, sum mær er spáð." 7. Ólavur ríður eftir bjørgunum fram, fann hann upp á eitt álvarann. 8. Ólavur ríður eftir bjørgunum fús, fann hann uppá eitt álvarhús. 9. Út kom eitt tað álvafljóð, flættað hár á herðar dró. 10. Út kom ein av álvum tá, flættað hár á herðar lá.

Ongar myndir

Vikuætlan yvirlit

Office 365

I-bøkur

Orðabøkur