Vika 38 - 2023

Mánadagur
18. september
Týsdagur
19. september
Mikudagur
20. september
Hósdagur
21. september
Danskt
Gera uppgávurnar s. 21-22 + venja orðini í orðalistanum s. 20 í diktatbókini.
Fríggjadagur
22. september
Selja fløskur
Minnist til at selja fløskurnar í vikuskiftinum og at hava pengarnar við í skúla mánadagin.

 

- Foreldraumboð fyri skúlaárið 2023/24

Anja, mamma Odd

Sigrid, mamma Bryndis

Jón Bogi,  pápi Óla

 

KUNNING
Viðvíkjandi telefonpolitikki skúlans

Við Løkin verður mett neyðugt at tátta í telefonreglurnar.

Lærari, sum hevur flokkin fyrsta tíma um morgunin, savnar telefonirnar í ein kassa, sum verður settur inn á lærarastovuna.

Lærarin, sum hevur næmingarnar síðsta tíma, letur næmingunum telefonirnar aftur eftir loknan tíma.

Telefonirnar skulu verða sløktar ella ljóðleysar, so tær ikki órógva.

Foreldur kunnu ringja til flokslærara ella á skrivstovuna, um tey hava átroðkandi boð.

Um so er, at næmingur ikki heldur telefonreglurnar, so hevur starvsfólk rætt at taka fartelefonir, sum verða brúktar. Telefonirnar verða handaðar skrivstovuni, sum bert letur tær aftur í samráð við foreldur ella onnur avvarðandi.