Næmingar verða innskrivaðir í forskúlan á Glyvrum hósdagin 28. januar 2021. Vegna koronatilmælini, koma foreldur og næmingar í skúlan til innskriving soleiðis: klokkan 16.00-17.00: Børn, ið ganga… Les meira »
Gott nýggjár øll somul. Her er eitt tíðindabræv frá Uppistovu. Nú eru vit byrjað árið 2021. Merkið, har tað stóð "2020" er farið í ruskspannina. Hetta undraði børnini ikki sørt, so tað tosaðu vit um… Les meira »
Her er eitt stutt tíðindabræv hjá Niðristovu. Vit hava gjørt ein pappírsbý. Har eru nógv hús við nógvum fólkum í. Vit hava gjørt eina langa, góða søgu, sum gongur fyri seg í býnum. Har er ein úlvur í… Les meira »
Mín jólabók 2020 er ein bók við fittum, spennandi og stuttligum søgum, flottum tekningum, jólasangi og hugskotum og íblástri til hugnaligar løtur saman - børn og vaksin - í køldu, myrku tíðini… Les meira »
Í Uppistovu ganga 23 børn. Nú hava vit longu gingið í forskúla í ein mánaða. Fyrstu tíðina hava vit gjørt nógv við, at koma at kenna hvønn annan og at samansjóða barnabólkin. Vit hava spælt nógv ymis… Les meira »
Her kemur ársins fyrsta tíðindabræv, og tað eru børnini í Niðristovu, ið skriva: Nú hava vit gingið í forskúla í tvær vikur. Tað er stuttligt at vera her, og tað er deiligt at síggja vinirnar aftur.… Les meira »
Góðu foreldur og avvarðandi. Í gjár fekk skúlin eitt nýtt tilmæli frá Undirvísingarstýrinumm, sum loyvir, at foreldur eru við fyrsta skúladag, um so er, at vit fyriskipa løtuna á koronatryggan hát… Les meira »
Góðu foreldur, Týsdagin 18. mars byrja skúlarnir og harvið eisini forskúlin Brúgvin á Glyvrum aftur. Nú, ið koronafarsóttin tíverri aftur er farin at gera um seg í landinum, fara vit at byrja forskúl… Les meira »
Lærararnir í komandi 1.a og 1.b eru nú settir, og teir hava longu verið fleiri ferðir og vitjað í forskúlanum. Vit nýttu høvið at taka myndir av flokkunum saman við komandi lærarum teirra. Flokslærar… Les meira »
Fríggjadagin 24. jan. høvdu vit verið 100 dagar í forskúla, og tað hátíðarhildu vit við eini veitslu :) Les meira »
Vit hava nú verið í forskúlanum í 32 dagar. Vit hava verið inni við Gjónna og vassað í ánni, og vit hava verið í fjøruni. Vit funnu tara, steinar og nógvan sand. Summi hava lært at hoppa band. Vit hav… Les meira »
Dagurin í dag hevur verið merktur av livandi høsnarungum, ið vóru og vitjaðu okkum á Brúnni, og gásarungum, ið eru eitt slag av mjúkum blómum, ið veksur á pílatrøum. Vit settu níggju smá pílatrø niður… Les meira »
Mikumorgunin 3. apríl fara vit at hyggja og lurta eftir tónleikaævintýrinum "Veiða vind," ið verður framført í Norðurlandahúsinum. Tað er Føroya Symfoniorkestur, ið framførir ævintýrið í sambandi við… Les meira »
Her eru nakrar myndir, vit tóku við brúnna um Regnánna (Glyvragjógv) í dag, 25. mars 2019. Í dag vóru øll børnini í forskúla. Hetta var samstundis 200 ára føðingardagurin hjá V.U. Hammershaimb, ið vi… Les meira »
Føstulávintsmánadag, ið var 4. mars í ár, slerdu børnini í forskúlanum tunnu, dansaðu føroyskan dans saman við hinum børnunum í Glyvra skúla, og fingu Sunkist og Twix. Tunnusláttur og dansur gingu væl… Les meira »
Fríggjamorgunin 22. februar kl. 9.30 fara vit á Brúnni til sjónleik í Løkshøll. Leikurin eitur "Fróði og aðrir kúllar" og er bygdur á bók hjá Ole Lund Kierkegaard, og er, sum vera man, ein skemtiligur… Les meira »
Í dag hava Jørgin og Rani, ið ganga í 9. flokki í skúlanum við Løkin og eru í starvsvenjing á Brúnni, gjørt ymiskar banar til SI-venjingar. Les meira »
Hesaferð er tað Uppistova, sum skrivar tíðindabræv og vísir myndir frá gerandisdegnum. Arbeiðsløturnar hjá okkum eru sera fjølbroyttar. Ein dagin málaðu vit við fótinum. Tað var ordiliga spennandi og… Les meira »
Hósdagin 24. januar var dagur nr. 100 í forskúlanum, og tað hátíðarhildu vit við lít. Í døgunum frammanundan høvdu børnini funnið upp á ymiskt, tú kundi gera, ið hevði við talið 100 at gera. Hetta gjø… Les meira »
Nú er kavin burtur aftur, men fríggjadagin í farnu viku hugleiddu børnini í Niðristovu eitt sindur um veðrið, vit høvdu tá, og her eru eisini nakrar myndir: Vit hava sletað í kavanum. Vit hava spælt… Les meira »