Stílar - innlatingar 23/24

Bomuldens dronning stílur

Floksins tími

Vika 38 - 2023

Mánadagur
18. september
Enskt
Lesið s. 78- 79
Kunning
Felags foreldrafundur er kl.18 í stovu B5.
Vónandi síggjast vit øll.
Týsdagur
19. september
Danskt
Stilen Bomuldens dronning skal afleveres på Teams i dag. Opgaven kan ses på Teams og øverst på denne side.
Rokning hjá SPP
til og við 208
Mikudagur
20. september
Hósdagur
21. september
Enskt
Lesið s. 80-82
Lívfrøði
Framløgur um etingarólag.
Verið væl fyrireikaði tá tit koma í skúla.
Fríggjadagur
22. september
Rokning hjá SPP
til og við 220

KUNNING
Viðvíkjandi telefonpolitikki skúlans

Við Løkin verður mett neyðugt at tátta í telefonreglurnar.

Lærari, sum hevur flokkin fyrsta tíma um morgunin, savnar telefonirnar í ein kassa, sum verður settur inn á lærarastovuna.

Lærarin, sum hevur næmingarnar síðsta tíma, letur næmingunum telefonirnar aftur eftir loknan tíma.

Telefonirnar skulu verða sløktar ella ljóðleysar, so tær ikki órógva.

Foreldur kunnu ringja til flokslærara ella á skrivstovuna, um tey hava átroðkandi boð.

Um so er, at næmingur ikki heldur telefonreglurnar, so hevur starvsfólk rætt at taka fartelefonir, sum verða brúktar. Telefonirnar verða handaðar skrivstovuni, sum bert letur tær aftur í samráð við foreldur ella onnur avvarðandi.

Hugdýpingarøki

Góðu foreldur

Ein foreldrabólkur er gjørdur á facebook, sum eitur 8.b við Løkin 2022/2023. Tit eru vælkomin í bólkin. 

Frá felagsforeldrafundinum: 

- foreldraumboð: 

Heidi, mamma Jósef

Trond Martin, pápi Idu-Sofiu

Jona, mamma Jenny. 

 

- Matpakki kann bíleggjast frá matpakki.fo 

- Tá næmingar ikki møta, senda foreldur boð til flokslæraran.

- Gunnleyg er psykoterapeutur á skúlanum, og næmingar hava møguleika at tosað við hana í samráð við foreldrini. Sendi mær boð um tit meta tykkara barn hevur tørv á tí. 

- Kannið um tykkara barn hevur skrivi- og rokniheftir og tað tey hava tørv á í pennahúsanum. 

- Hesa fyrstu tíðina verður tíð brúkt uppá at samansjóðað flokkin. M.a. er floksins tími, onkur hugnaløta, pizzakvøld osv. 

- Møguleiki er at venja blindskrift á teldu inni á: rks - kunning - slóðir 

- 3.oktober verður felags foreldrafundur á skúlanum um orðblindni, har møguleiki m.a. verður at læra seg at brúka cd-orð. Sí kunning á forsíðu skúlans. 

- Stílar í donskum skulu latast inn á Teams. 

Marita Olsen, flokslærari

 

brot - plakat