Góðu foreldur
Allir næmingar í Føroyum verða snarkannaðir fyri orðblindni í 3.flokki. Kanningin verður gjørd inni í flokkinum, helvtin av flokkinum í senn og tekur umleið 10.minuttir. Vísir snarkanningin tekin um orðblindni, verður næmingurin kannaður við eini einstaklingakanning, sum tit foreldur verða kunnað um, um so skuldi verið. Eg seti meg í samband við tykkum foreldur um snarkanningin vísir tekin um orðblindni, hoyra tit ikki frá mær, hevur næmingurin staðið snarkanningina.
Snarkanningin verður gjørd í september ella í oktober og verður tað Sára Mrdalo orðblindalærari, sum ger snarkanningina.
Hava tit spurningar ella ivamál, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við meg á 789094 ella skriva til mín sara.mrdalo@skulin.fo
blíðar heilsur Sára Mrdalo