Góðu foreldur.

So eru vit komin í inn í nýggja skúlaárið, og hesuferð við nýggjum flokslærara. Tað hevur higartil gingu væl, haldi eg. Fyrstu tíðina brúka vit at læra hvønn annan at kenna, tað kann vera lætt fyri summi og torførari fyri onnur. Um tað er okkurt, sum tit halda, at eg eigi at vita ella okkurt, sum er ógreitt, kunnu tit siga mær frá. 
Eg eri spent at koma at kenna flokkin og næmingarnir. 
vh Beinta Berthelsen, tlf 274025

Vika 38 - 2023

Mánadagur
18. september
Danskt
Venjið diktat 1, á s.2
flokslærarin er busturstaddur á skeið í dag
Týsdagur
19. september
Ítrótt
Vit hava øll ítrótt uppi í høllini.
Verið í klæðum sum tit kunnu røra tykkum í, og minnist til handklæði, tí vit fara í brús aftaná.
Mikudagur
20. september
føroyskt
Les kap 6. Tosa um kap. og hugsa um at býta sundur í:
Tað byrjar við...
Síðani...
Til endans..

Vel 10 reglur at lesa fyri lesivini.

Vit fara at logga á nýggju teldurnar, sum vit skulu brúka hetta árið, og tí mugu tit vera sera tolin :)
Vit fara eisini at skriva samandráttin á teldu hesuferð.
Rokning
Nýtt uppgávusett er klárt inni á emat.dk

Hósdagur
21. september
Enskt
Mandy at home: Lesa s.10 tvær ferðir.
Fríggjadagur
22. september
føroyskt
Les 7.part Undir Svartafossi.
Vel 10 reglur at lesa upp fyri lesivini.

vit fara at skriva samandrátt í skúlanum

KUNNING
Viðvíkjandi telefonpolitikki skúlans

Við Løkin verður mett neyðugt at tátta í telefonreglurnar.

Lærari, sum hevur flokkin fyrsta tíma um morgunin, savnar telefonirnar í ein kassa, sum verður settur inn á lærarastovuna.

Lærarin, sum hevur næmingarnar síðsta tíma, letur næmingunum telefonirnar aftur eftir loknan tíma.

Telefonirnar skulu verða sløktar ella ljóðleysar, so tær ikki órógva.

Foreldur kunnu ringja til flokslærara ella á skrivstovuna, um tey hava átroðkandi boð.

Um so er, at næmingur ikki heldur telefonreglurnar, so hevur starvsfólk rætt at taka fartelefonir, sum verða brúktar. Telefonirnar verða handaðar skrivstovuni, sum bert letur tær aftur í samráð við foreldur ella onnur avvarðandi.

Flokskonto

Á felags foreldrafundinum var avgjørt at halda fram við at gjalda á eina felagskonto. Eg havi stovnað eina nýggja konto til flokkin. Kunnu tit gjalda 150 kr nú og 150 kr í januar, ella tit gjalda 300kr í einum í seinasta lagi 1.oktober 2022.  Tað hevði verið sera gott, um øll kundu avgreitt hetta, áðrenn 1.oktober, so vit sleppa frá at rykkja eftir pengunum. Minnist til at viðmerkja navnið á barninum : )

Kontonr: 6460-6346490

Foreldraumboð í 4.a 2022/23 eru Fríðhild Højgaard og Marita Johannesen

Góða summarferiu

3.flokkur takkaði fyri tíðina á Glyvrum og sang tveir sangir

Takk fyri stuðulin

Góðu foreldur

Vit hava í nakrar dagar arbeitt fram í móti at gera eitt stuðulstiltak. Innkomnu pengarnir fara vit at lata til átakið hjá Reyðakrossi í Afganistan.

Brynhild greiddi týsdagin, til morgunsangin, frá um støðuna í Afganistan og vísti á fátækradømi og tann harða veturin familjurnar eru raktar av í løtuni.

Í dag  seldu børnini í 3.a og 3.b toast til hinar næmingarnar í skúlanum, tí tey ynsktu at hjálpa Reyðakrossi við teirra arbeiði.

Sølan gekk sera væl, og tiltakið varð væl stuðlað. Toastsølan gav 4.395 kr, og um 10-tíðina kom Karstin Joensen og onnur starvsfólk hjá Elcon á gátt. Við sær høvdu tey ein kekk áljóðandi 10.000 kr., ið tey fegin vildu lata sum stuðul. Hetta takka vit hjartaliga fyri.

Eisini var stuttligt at síggja borgarstjóran, Torbjørn, leggja leiðina forbí skúlan, og stuðla tiltakinum.

Takk til tykkum foreldur fyri tykkara vælvild og stuðul. Somuleiðis takka vit Miðberg, FK og Elcon fyri tykkara góða stuðul.

Ein grein og fleiri myndir koma á forsíðuna seinni í dag.

Vinarliga heilsan

Næmingar og lærarar í 3.flokkunum.

Føstulávint 2022

Myndir frá føstulávintshaldinum á Glyvrum síggjast her. Trýst her!

 

 

 

Rokning

  

       

      

Ongir lutir