KVÆÐASTEVNA Í NORÐURLANDAHÚSINUM
Kunnu tit gera ein ekstra stóran innsats at venja 1. til 10. ørindi í Ólavur Riddararós, tí........ Týsdagin 6.feb. skulu vit í Norðurlandahúsið á kvæðastevnu. Tey møta í skúlanum kl. 8.00 og vit verða í Havn allan dagin, líka til kl. 15.00. Bussur koyrir okkum báðar vegir Vit skulu kvøða, hoyra søgur og spurnarkapping. Eisini verður kvæðatalent, har flokkurin skal kvøða framan fyri einari dómsnevnd. Tey mugu hava ein góðan og stóran matpakka við og okkurt at drekka. Um onkur ikki skal heim við úr Havn, so mugu tit siga frá!