Gongutúrur í Rituvík 4. okt 2018

So gekk leiðin til Rituvíkar, sum tann seinasti túrur í hesari verkætlan at vitja á staðnum, har børnini búgva. Bussurin setti okkum av í Skákinum og harfrá gingu vit yvir til frítíðarskúlan við Stórá. Vit fingu eitt groft æl á vegnum, so tað var gott vit vóru væl ílatin. Annars var tað sera flott at hyggja út á víkina og síggja sólina kaga undan skýggjunum og at síggja ælaboðan. Vit fóru inn í frítíðarskúlan og ótu matpakka har og so fóru vit gongutúr. Vit høvdu fingið at vita um tveir skattir, sum vóru goymdir í tveimum húsum í Rituvík. Fyrst gingu vit yvir til Marius Esmar og síðani framvið hjá Onnu Elisabeth. So fóru vit inn í gongina hjá Jóhan og funnu ein skatt har - eitt sunkist, og síðani niðan til Kristionnu Emiliu, og har stóð ein skál við mint karamel til okkara. Takk fyri - tað var orduliga lekkurt. Endaðu aftur niðri í frítíðarskálanum - har er orduliga lekkurt at vera

Gongutúrur í Æðuvík 27. sep 2018

So kom túrurin til Æðuvíkar. Vit fóru við bussi av Glyvrum kl. 9.00. Fyrst gingu vit yvir til húsini hjá Jógvan Páll, so forbí hjá abbanum hjá Naomi. So gingu vit niðan til minnisvarðan, har vit sóu mynd av teimum fyrstu fólkunum, sum búsettust í Æðuvík fyri 125 árum síðani. At enda gingu vit yvir til húsini hjá Henriettu, har vit eisini heilsaðu uppá eina kanin. Vit fóru so oman á kampingplássi, har vit høvdu fingið loyvi til at sleppa inn í tað heita og fjálga húsið at eta matpakka. Har var so hugnaligt. Áðrenn vit fóru heim, vóru vit eisini ein túr niðri í fjørðuni. Tað er bara lov tá vaksin eru við, søgdu børnini í Æðuvík, tí annars kemur Gunnhild upp úr sjónum og tekur børnini.

Ongar myndir

Gongutúrur í Runavík 13. sep 2018

Í dag gekk leiðin út til Runavíkar. Vit fóru við bussi út til Runavíkar og gingu síðani niðan til Lukas. Tá vóru tey so svong og fóru vit inn til Miriam at eta matpakka. Myndatakarin mundi vera nakað upptikin tá, tí ongar myndir eru frá tí løtuni. Harfrá fóru vit víðari framvið húsunum hjá Sannu og Silju og so niðan á Nýggjaveg, har Naomi býr. So runnu vit oman til bussin hjá Jóhan Sigurd, sum koyrdi okkum inn aftur á Glyvrar.

Gongutúrur Runavík/Saltangará 30. aug 2018

Hesa ferð gekk túrurin út til marki Runavík/Saltangará. Buss-Pauli koyrdi okkum út til Skúlan við Løkin. Haðani gingu vit niðan á Gerðisveg, har Lýðar og Alek búgva hvørju megin markið. Síðani gingu vit niðan í Smærugøtu, har Haymie býr. At enda tóku vit smølu gøtuna niðan á Leitisveg, har Joan Kristina býr. So fóru vit oman aftur í Skúlan við Løkin. Har ótu vit matpakka og spældu á spæliplássinum har, til vit fóru innaftur á Glyvrar við Jóhan Sigurd. Aftur hesa ferð var veðri av tí besta og Skt gekk uppá stás.

Gongutúrur í Saltangará 23. aug 2018

Í dag gingu vit túr framvið húsunum hjá nøkrum av næmingunum, sum búgva í Saltangará. Vit herjaðu á niðan á Norðurhædd, har Jonni vísti okkum hvar hon býr. Glað vóru tey, tá vit vóru komin niðan á, og at nú var bara undanbrekka eftir. Síðani gingu vit oman í Grannatún, har Sæunn greiddi okkum frá um øll rúmini í húsinum, og vit sluppu eisini at hyggja inn ígjøgnum vindeyga í stovuni og køkinum. So fóru vit longur oman á Líknagøtu, har André og Benjamin búgva síð um síð. Anja bjóðaði okkum keks og súrepli. Tað var lekkurt. At enda gingu vit út til húsini hjá Dominik. Síðani fóru vit á spæliplássi á Høgabóli, har vit ótu matpakka og spældu eina góða løtu. Tað var turt og gott veður, inntil vit byrjaðu at ganga innaftur á skúlan. Tá fingu vit øll karm Ein góður túrur og sera fitt børn.