1. apríl 2019

Apríl apríl :)

Næmingarnir vóru sendir apríl í morgun. Eg segði, at skrubb gekk á skúlanum, og Unna skuldi koma at smyrja salvu á allar næmingarnar á skúlanum. Tey máttu lata seg úr sokkum og hosum, fyri at vera klár, tá ið Unna kom. Tey sótu øll so fitt á borðinum við berum bibbum í morgun:-) 

Útiskúli 2.nov. 2018

Í dag hava vit verið í Lamba. Vit høvdu ein sera góðan túr.

Evnisdagar 30. okt - 1. nov 2018

Vit hava havt nakrar sera góðar evnisdagar um vatn. Vit hava blást sápubløðrur, gjørt stórar sápubløðrur úti. Eisini hava vit klipt, litað og límað ymiskt, sum livir í sjógvi, sum skal heingjast ella setast inn í okkara sansarúm, sum vit sleppa inn í seinni. Eisini hava vit vitjað reinsiverkið.

Síðsti dagur fyri heystfrítíðina 12.10.18

Í dag vóru næmingarnir býttir í tveir bólkar, annar hevði føroyskt og hin hevði rokning. Í matarsteðginum vóru vit øll samlað, har vit fingu kaku frá foreldraumboðnum. Vit takka fyri eina sera góða kaku, sum smakkaði sera sera væl. Her eru nakrar myndir frá degnum. Góða feriu :)

Vit spæla handil 8. okt. 2018

Næmingarnir hugnaðu sær óført, meðan vit spældu handil.

Biograf í Løkshøll 20.09.18

Í dag hava vit verið ein sera væleydnaðan túr í Løkshøll og hugt at filminum "Dyrene i Hakkebakkeskogen". Næmingarnir vóru sera raskir at ganga báðar vegir.

Útiskúli 7. sep. 18

Í dag fóru vit fyrst inn í stovuna, at hyggja at myndum, sum Heri og Høgni vísti frá sínum nátatúri í gjár. Síðani fóru vit til morgunsang, har Nes Sóknar Musikkskúli framførdi fyri okkum. Tey søgdu, at tey høvdu nakrar tímar fríar til nýggjar næmingar. So fóru vit avstað. Vit gingu eftir Dalavegi, undir Gørðum og Glyvravegi. Har sloppu vit við bussinum hjá Paula, sum so koyrdi okkum aftur í skúla. Ein deiligur dagur :)

Útiskúli 31. aug. 18

1. skúladagur :)