Floksins tími

Her er listin, hvør skal taka við til floksins tíma. Um tað ikki liggur fyri hjá onkrum, skifta tit um innanhýsis. 

 21/9 Jónathan og Árant

5/10 Bjørk og Diana

19/10 Jon Adolf og Elias

2/11 Silja og Alda

16/11 Bergur og Tróndur

30/11 Rita og Bára

14/12 Teodor og Filip

11/1 Anna Sofía og Heiðrun

25/1 Micah og Nóa

8/3 Josefina og Aria


 

Vinabólkar í 1.b

Hetta eru vinabólkarnir frá okt. til feb. Tit kunnu býta um raðfylgjuna í bólkunum, um tit vilja tað.

Ætlanin við vinabólkunum er, at børnini koma heim at spæla hjá hvørjum øðrum eftir skúla ella frítíðarskúla í einar tveir tímar.

Vanligt er, at børnini fáa ein lítlan miðmála. Tað er ikki ætlanin, at skermur skal verða brúktur, tá vinurbólkur er.

 Blíðar heilsanir

Jannet og Jenni

                                                                                  

Vika 38 - 2023

Mánadagur
18. september
Føroyskt
Í dag fara vit at telva saman við Hans Michael.
Rokning
Børnini fingu roknibókina heim við fríggjadagin. Vit eru komin til s. 31 í Rokning 1b. Gerið uppgávur lidnar heima til mikudagin, tó ikki s. 26-27
Mynd av djórum
Vit vóru so heldig at sleppa at vitja Jenni og síggja teir fittu hundahvølparnar. Fleiri ynkstu okkum heim til sín, so vit kundu síggja teirra húsdjór, men tað ber tíverri ikki til ;) Ístaðin fara vit hesa vikuna at savna myndir av okkara húsdjórum í 1.b. Vælkomin at senda eina mynd av tykkara húsdjóri til mín ella Jenni, so kunnu vit gleðast um tey saman :)
Týsdagur
19. september
Vinabólkar
Sí omanfyri :)
Føroyskt
Bláa súlan: Finnið so nógv ó á s. 14, sum tit kunnu og setið ring um tey. Eisini skulu tit lesa síðu 15 saman.
Mikudagur
20. september
Rokning
Vit eru komin til s. 31 í Rokning 1b. Gerið uppgávurnar sum mangla lidnar heima, tó ikki s. 26-27.
Netuppgáva
Føroyskt
Børnini hava fingið eina nýggja lesibók heim við í dag. Lesið s. 6 og s. 7. Á síðu 7 er eingin tekstur, men tað er umráðandi, at tit tosa um myndirnar. Lesið s.6 3 ferðir.
Venjið eisini bókstavalumman - hetta er sera góð venjing fyri at fáa bókstavirnar upp á pláss - hvussu teir eita og hvussu teir ljóða. Roynið eisini og setið saman til smá orð.
Arbeiðsbók 1: s. 16 og s. 17. (Tey, ið ikki hava bókina í taskuni, blivu liðug í skúlanum)
Hósdagur
21. september
Floksins tími
Í dag hava Jónthan og Árant okkurt við til floksins tíma.
Rokning
Netuppgáva:

Uppgáva 2
Føroyskt
Lesið s. 8 og s. 9 í lesibókini, og minnist til at tosa um myndirnar.
Nú eiga vit øll, at hava gjørt s. 8 í "Eg skrivi". Tey, ið ikki hava bókina í taskuni, blivu liðug í skúlanum.
Fríggjadagur
22. september
Rokning
Netuppgáva:

Uppgáva 3
Føroyskt
Bláa súlan: Finnið so nógv t á s. 16, sum tit kunnu og setið ring um tey. Eisini skulu tit lesa síðu 17 saman. Nú hava tit aftur fingið ein nýggjan bókstav í lumman. Venjið bókstavirnar í lummanum, hvussu teir eita og ljóða. Roynið eisini at seta saman til smá orð.
Lesibókin s. 10 og s. 11 tríggjar ferðir (minnist til at tosa um myndirnar)

Á felagsforeldrafundinum 11/9-2023 vóru hesar avtalur gjørdar:

-Vit bjóða øllum flokkinum í føðingardag

-Vit geva 20 kr í føðingardagsgávu

-Vit gjalda inn á felagskonto 150 kr hálvárið

-Vit ynskja at hava spælibólkar

-Til floksinstíma skiftast vit at hava kaku, frukt ella okkurt annað við:)

 

Foreldraumboð í 1.b 2023/24

Magni Høgnesen, pápi Bergur  

Kristoffer H. Kristensen, pápi Jónathan

Linda Sunder, mamma Micah

Ann Mari Midjord, mamma Josefinu

Rokning