Felags foreldrafundur verður mikukvøldið 20. sept. kl. 18.00. Vit byrja saman við foreldrunum hjá 3.a í morgunsangsgongini, har Pálin, lesivegleiðari, kemur at hava eina framløgu, sum hon kallar LES!!! Síðani fara vit inn í stovurnar.
Felags foreldrafundur verður mikukvøldið 20. sept. kl. 18.00. Vit byrja saman við foreldrunum hjá 3.a í morgunsangsgongini, har Pálin, lesivegleiðari, kemur at hava eina framløgu, sum hon kallar LES!!! Síðani fara vit inn í stovurnar.
Fyrsti dagur í 3.
Tað var so deiligt at síggja børnini aftur :)
Barnakór
Í næstum fer Katrin á Borg Johannesen at hava kór í Runavík mikudagar kl 14:30-15:30.
Kórið er í fyrstu atløgu ætlað børnum í 1.til og við 4.flokk, men um har eru onnur, sum ynskja at syngja, royna vit at eisini at geva teimum møguleikan.
Eisini tey sum longu eru á bíðilista ella spæla uppá ljóðføri, kunnu syngja í kór- uttan at missa verandi pláss hjá okkum.
Melda til umvegis okkara facebook vanga.
Ivamál? Skriva til okkum á messenger, ella ring 588400.
Nes Sóknar Musikkskúli
Føðingardagur: 20 kr. í føðingardagsgávu. Gentur bjóða gentum, dreingir bjóða dreingjum, men vælkomin at bjóða øllum.
Kontan hjá flokkinum: Øll flyta 200 kr. á kontu nr. 9181 5589101. Peningurin verður brúktur til t.d. mappur, heftir, límstiftir og til hugna.
Spælibólkar: Ja. Eitt leinki liggur niðan fyri her, sum eitur spælibólkar 2.b.
Foreldraráð: Heidi (mamma Rósu) Anna Maria (mamma Maritu) Anita (mamma Ró).
Floksinstími: Síðsta hósdag í hvørjum mánaða. Eg havi gjørt ein lista, liggur her á síðuni.
Telefon: Ikki lov.
Heimasetningur: Seinastu dagføringar verða gjørdar innan kl. 14.30.
Um okkurt er, eru tit vælkomin at skriva ella ringja til mín 507014 ella til Sjúrða 227942.
Vh. Sólva
Her er listin, hvør skal taka við til floksinstíma. Um tað ikki liggur fyri hjá onkrum, skifta tit um innanhýsis.
Hvør: | Nær: |
Dániel Pauli | 29. septembur |
Ronja | 27. oktobur |
Andreas | 24. novembur |
Ragnhild | 26. januar |
Ró | 23. februar |
Katrin | 30. mars |
Marita | 27. apríl |
Lív | 25. mai |
Góðu foreldur
Allir næmingar í Føroyum verða snarkannaðir fyri orðblindni í 3.flokki. Kanningin verður gjørd inni í floksstovuni, helvtin av flokkinum í senn og tekur umleið 10 minuttir. Vísir snarkanningin tekin um orðblindni, verður næmingurin kannaður við eini einstaklingakanning, sum tit foreldur verða kunnað um, um so skuldi verið. Eg seti meg í samband við tykkum foreldur um snarkanningin vísir tekin um orðblindni, hoyra tit ikki frá mær, hevur næmingurin staðið snarkanningina.
Snarkanningin verður gjørd í sepember ella í oktober og verður tað Sára Mrdalo orðblindalærari, sum ger snarkanningina.
Hava tit spurningar ella ivamál, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við meg á telef 789094 ella skriva til mín sara.mrdalo@skulin.fo.
blíðar heilsur Sára Mrdalo