Evnisvika, krabbarúsur og eplir 28.10.22

Síðsta vika var ein góð vika hjá okkum.
Mánadagin settu vit tvær rúsur. Vit brúktu makrel sum agn. Tær skuldu standa í ein dag.
Týsdagin gingu vit eftir fjøruni frá Langanesi út á Bakka. Síðani fóru vit at taka rúsunar upp. Har vóru nógvir krabbar í. Hans Michael og Johnny komu at hjálpa okkum at koyra teir niðan í skúlan, koyrdi teir í fýra akvarium við sjógvi í. Mikudagin hoyru børnini søgnina um Fjørutrølli, sóu filmin um Fjørutrølli sum bleiv sent í barnaløtuni á sinni. Eisini hoyrdu tey eina søgu. Fóru oman í høllina at spæla, og sluppu at tekna eina løtu.
Hósdagin sloppu tey at tekna, líma, perla og klippa. Tey flestu valdu at perla. Vit hava perlað ymiskt sum hoyrir til í fjøruna, s.s. krabbar, skaldbøkur og fiskar. Eisini sloppu tey at gera nakrar dropar, sum hanga í vindeygunum í stovuni.
Fríggjadagin gjørdu vit eplabátar av eplunum, sum vit tóku upp herfyri. Børnini fingu nøkur eplir í part at vaska og skera. síðani fóru eplini í ovnin eina løtu. Løtu seinni settust vit at eta, vit fingu remulátu og saft afturvið. Smakkaði ordiliga væl. Alt í alt ein fantastisk vika.