Jóladagar - Mánadagur 19.12.2022

Dagurin hjá miðdeildini byrjaði við sangi, søgu og einum dansi um jólatræðið, meðan framhaldsdeildin hugnaði sær inni í floksstovunum. Síðani fór miðdeilidin niðan í Bylgjuna til Kids Volley, felagspøl og hiphop dans. Allir næmingarnir hugnaðu sær mikið. Kl. 12.30 vóru øll boðin inn í Løkshøll at hyggja eftir einum jólaleiki og Santa Lucia, sum 7.flokkarnir skipaðu fyri. Hetta var ein framúr leikur, og gleða vit okkum til dagin í morgin.