Tíðindi
Eingin komin til skaða
09.09.2024
Eldur hevur verið í vesinum í Glyvra skúla. Skúlin er evakueraður. Orsøkin til eldin er ógreið.
Eingin er komin til skaða og øll børnini hava gott. Skúlin hevur fingið roykskaða og tí er eingin skúlagongd fyribils.
Børnini eru samlaði í Bylgjuni og kunnu heintast her. Tað hevur týdning at tit boða starvsfólkum frá, tá tit heinta børnini.
Minnist til at tosa við børnini, tá tit eru komin heim.
Kunning um skúlagongdina komandi dagarnar, kemur seinni.
leiðslan
21.11.2025
Jólaroyndin
14.11.2025
Tíðindabræv 14. november 2025
13.11.2025
Søkt verður eftir lærara í tíðaravmarkað fulltíðarstarv vegna barnsburðarfarloyvi
12.11.2025
Terra Dreams og hini í First Lego League fagnaði við Løkin
11.11.2025
Faroese as a second language
09.11.2025