Tíðindi

Barnadansur í Hæddini fríggjakvøldið 21. november

09.11.2025

Fríggjakvøldið 21. november verður barnadansur

Fríggjakvøldið 21. november frá kl. 19.00 til 20.00 verður skipað fyri føroyskum dansi fyri børn í Hæddini (yvir av Tannlæknastovuni í Saltangará).

Vit kvøða slíkt, sum nógv børn duga: Veturin kom við kulda og kava, Øskudólg og Sópingarkonu, Nykurs vísu o.a. Tey, ið hava hug, eru vælkomin at bjóða seg fram at skipa. Í steðginum fáa vit Twix og Sunkist.

Tiltakið er ókeypis. Øll børn eru vælkomin, og vaksin eru hjartaliga vælkomin við.

Eysturoyar Dansifelag (Jens, tlf. 577765, Kári, tlf. 589105)

Fleiri Tíðindi

Vikuætlan yvirlit

Office 365

I-bøkur

Orðabøkur