Tíðindi
Takk
27.10.2025
Vit í Runavíkar kommunuskúla takka so hjartaliga fyri allan stuðul, ið varð latin í samband við innsavningina til Krabbameinsfelagið.
Júst hendan innsavningin hevur havt stóran týdning fyri okkum, tí vit í ár veruliga merktu, hvussu hart krabbamein kann raka.
Tí løgdu næmingar, foreldur og starvsfólk skúlans sera nógv fyri til tess at fáa hetta at bera til. Og við stórari vælvild frá vinnulívs- og mentanarfólkum og nærumhvørvinum annars eydnaðist tað. Hjartaliga takka vit øllum.
Tað eydnaðist okkum at savna inn 201.409 krónur, sum fara óskerdar til Krabbameinsfelagið.
14.11.2025
Tíðindabræv 14. november 2025
13.11.2025
Søkt verður eftir lærara í tíðaravmarkað fulltíðarstarv vegna barnsburðarfarloyvi
12.11.2025
Terra Dreams og hini í First Lego League fagnaði við Løkin
11.11.2025
Faroese as a second language
09.11.2025
Barnadansur í Hæddini fríggjakvøldið 21. november
27.10.2025