Tíðindi

Atgongumerkini til Madagaskar komin til sølu

13.03.2026

So eru atgongumerkini til sangleikin Madagaskar komin til sølu!

Tað ræður um at skunda sær at keypa, tí sølan gongur altíð sum heitt breyð!

Sangleikurin er bygdur á vælkenda filmin Madagascar, sum kann síggjast á Netflix.
10.flokkur í Runavíkar kommunuskúli hava saman við lærarum framleitt hendan leikin upp á einans 3 vikur! Tey hava bygt pallin, seymað búnar og vant sang, dans og leik, og vit eru sera stolt av úrslitinum!

So komið og hyggið eftir einum sera stuttligum, spennandi og genialum sangleiki!

Sangleikurin er væl egnaður til børn og vaksin í øllum aldrum, og er hann á leið 1 tíma og 15 min.

Trýst her, fyri at keypa atgongumerki.

Fleiri Tíðindi

Vikuætlan yvirlit

Office 365

I-bøkur

Orðabøkur