Tíðindi

Terra Dreams og hini í First Lego League fagnaði við Løkin

12.11.2025

Runavíkar kommunuskúli hevur stoltar siðvenjur, tá tað snýr seg um First Lego League. Gakk ein túr gjøgnum skúlan, og tú sært øll tey eyðkendu gulu steypini.

Í vikuskiftinum var aftur kapping í First Lego League. Eftir 8 vikum við hørðum arbeiði skuldu liðini leygardagin vísa, hvat tey høvdu fingið burturúr. Og væl lá fyri.

Okkara skúli kom heim aftur við 6 steypum. Ikki smávegis.

Lego Klossarnir úr 5.b luttóku fyri fyrstuferð. Tey gjørdu ikki mætari enn at vinna robott kappingina. Robott kappingin er tann mest sjónliga kappingin, og helst tann av øllum, sum ein vil vinna. Einastandandi avrik og uppiborið steyp til teirra.

7.b er væl umboðaður í First Lego League. Næmingar úr hesum flokkinum vunnu First Lego League í fjør.

Í ár vóru tað Lego Hetjur og Terra Dreams, sum gjørdu um seg. Lego Hetjur kláraðu seg sera væl og vunnu kappingina, sum kallast Kjarnuvirði. Hetta er ein sera týdningarmikil partur av kappingini, tí hon snýr seg um at vísa, hvussu bólkurin arbeiðir saman um ymsu uppgávurnar og hvussu bólkurin megnar at samstarva. Hetta eru sera umráðandi dygdir at hava í einum samansettum arbeiðisumhvørvi..

Stóri vinnarin gjørdist júst liðið, sum kallast Terra Dreams. Tey gjørdu sær stóran ómak við verkætlanarpartinum, sum í ár snúði seg um fornminni og tað, sum goymir seg undir yvirflatuni. Tey arbeiddu við føroyskari fornminnislóggávu og komu til ta niðurstøðu, at lóggávan má endurnýggjast, soleiðis at fornminnini ikki fara fyri onki ella hvørva. Fyri tað fingu tey sera góð skotsmál og vunnu kappingina.

Og so vunnu Terra Dreams eisini kappingina um kjarnuvirðir.

Tá samlaða úrslitið varð gjørt upp var greitt, at Terra Dreams er besta First Lego League lið í Føroyum og kunnu tí kalla seg føroyameistarar.

Tey eru longu farin undir at fyrireika seg til komandi avbjóðing, sum er NM. Tað verður hildið í Odense í Danmark seinast í novembur.

Góðu tit øll, hart arbeiði lønar seg. Hjartaliga til lukku øll somul. Og hjartaliga til lukku tit starvsfólk, sum hava lagt so nógva orku í. Tit

 

Terra Dreams: 1 í FM, 1 í verkætlanaruppgávuni, 1 í kjarnuvirðunum,

Lego Hetjur: 2 í kjarnuvirðunum og 3 í robott kappingini

Lego Klossarnir: 1 í robott kappingini

Fleiri Tíðindi

Vikuætlan yvirlit

Office 365

I-bøkur

Orðabøkur