Tíðindi
Varaskúlastjóri settur í fast starv
16.04.2026
Setanarnevndin hevur sett Dan Lamhauge í fast starv sum varaskúlastjóri í Runavíkar kommunuskúla.
Dan Lamhauge varð útbúgvin lærari í 1999. Fyrstu árini arbeiddi hann í Tórshavnar kommunuskúla, men síðani 2006 hevur hann starvast í Runavíkar kommunuskúla, tó undantikið í eitt ár. Dan hevur týskt, lívfrøði og ítrótt á linju. Umframt drúgvar royndir í skúlanum, so hevur Dan tikið tvey skeið innan leiðslu.
Dan Lamhauge hevur røkt varaskúlastjórastarvið í Runavíkar kommunuskúla skúlaárið 2025/26, sum tá var eitt farloyvisstarv.
Vit ynskja honum hjartaliga tillukku og blíðan byr í starvinum.