Tíðindi
Barnadansur í Hæddini 6. februar
29.01.2026
Fríggjakvøldið 6. februar frá kl. 19.00 til 20.00 verður skipað fyri føroyskum dansi fyri børn í Hæddini (yvirav Tannlæknastovuni í Saltangará). Vit kvøða slíkt, sum nógv børn duga: Veturin kom við kulda og kava, Øskudólg og Sópingarkonu, Kall og Svein unga, Nykurs vísu o.a. Tey, ið hava hug, eru vælkomin at bjóða seg fram at skipa. Í steðginum fáa vit Twix og Sunkist. Tað er ókeypis, og øll børn eru vælkomin. Vaksin eru hjartaliga vælkomin við. Eysturoyar Dansifelag (Jens, tlf. 577765, Kári, tlf. 589105)