Tíðindi
Rennidagurin verður hósdagin 8. oktobur
Rennidagurin verður hósdagin 8. oktober, og tað er 10. flokkur, sum skipar fyri. Næmingarnir fara m.a. at skipa fyri felags upphiting, standa á postunum og vísa vegin, taka sær av starti og máli, tónleiki, myndum/video, diplomum og øðrum praktiskum uppgávum. Tey gleða seg ordiliga nógv.
Runnið verður runt Agnið hesaferð. Teinurin er gott og væl 10 km. Sjálvandi er møguleiki hjá teimum yngru at venda við á hálvari leið, so tað verður 5 km, men vit eggja teimum sum orka og kunnu, um at renna 10 km.
Tema í ár er “sporty”, so øll verða biðin um at koma í ítróttarklæðum. Í samband við temaið verður eisini ein kapping um, hvør er best/flottast ílatin í ítróttaklæðum. Tríggir vinningar verða latnir.
Tá ið næmingarnir koma á mál, fáa teir eitt diplom, Sunkist og Twix.
Vit møta uppi á vøllinum kl. 8.00, har 10.flokkur skipar fyri upphiting.
Bussurin heintar tey yngru í Skúlanum við Løkin kl.11:00 og koyrir tey í Frítíðarskúla. Restin verður heintað kl. 11.30 ella har áleið.
Góðan rennidag!