Tíðindi

Lesi- og rokniskeið í Glyvra skúla.

30.03.2017

Seinastu 14 dagarnar hava vit í Glyvra skúla havt lesi- og rokniskeið. Í stuttum er at siga um hetta skeið, at vit í tvær vikur bert hava hugsavnað okkum um føroyskt og rokning. Allar aðrar lærugreinar eru settar til síðis, so at fleiri og longri løtur kunnu setast av til høvuðslærugreinarnar føroyskt og rokning. 

Hesar dagarnar hava vit eisini skipað tímatalvuna soleiðis, at arbeiðsløturnar eru eitt sindur longri. Nakrar av tímunum eru flokkarnir eisini býttir í tvey, so at næmingabólkarnir gerast smærri, so sleppast kann nærri at hvørjum einstøkum næmingi og fakligu avbjóðingum hansara. 

Hesar dagar er ein ørgrynna av tilfari framleitt, og tað er ein rúgva av smáum ítrivum á skránni hvønn dag, ið annaðhvørt stimbra bókstava- ella talfatanina hjá børnunum.

Hóast børnini í forskúlanum ikki duga at lesa enn, so hava tey eisini merkt, at lesi- og rokniskeið hevur verið hildið í Glyvra skúla seinastu 14 dagarnar. Tey hava hvønn dag skipað sínar egnu lesiløtur, sum bæði børn og vaksin hava verið sera fegin um.

Í morgin er seinasti lesi- og rokniskeiðsdagur, og mánadagin fara vit aftur til góðu, gomlu tímatalvuna hjá okkum.

Við lesi- og roknikvøðu Hans Michael 

Fleiri Tíðindi

Vikuætlan yvirlit

Office 365

I-bøkur

Orðabøkur