Seinastu tíðindi
Tíðindabræv 3. juni 2016
03. juni 2016


Tíðindabræv 3. juni 2016
03-06-2016

Hesa vikuna hevur verið sera gott veður, og vit hava verið nógv úti. Vit hava spælt, verið á vøllinum, hava lært, hvussu mann hoppar lastikk o.a. Vit hava eisini etið matpakka úti tvær ferðir.
Inni hava vit eisini spælt ymiskt. Onkur hevur spælt Svartiper; onkur hevur bygt lego; vit hava teknað, serliga hava vit teknað tað føroyska flaggið, Merkið.
Hósdagin spældu vit skorstein; tað er eitt spæl, har mann teknar ein skorstein við nógvum puntum í, sum mann skrivar krossar í. So kappaðust vit, gentur móti dreingjum; tað var ordiliga stuttligt:)
Vit hava hoyrt søgnina um Orm bónda á Skála. Nøkur av børnunum gjørdu tekningar til tað, sum vit hoyrdu; øll vóru ikki í skúla tann dagin. Hósmorgunin vístu vit myndirnar og søgdu søgnina fyri børnunum, sum ganga í 1., 2. og 3. flokki. Myndirnar hava eisini hingið til framsýning í gongini í Glyvra skúla.
Mikudagin 8. juni fara vit til Argir til forskúladag. Í hesum sambandi hava vit trenað nakrar sangir, sum vit fara at framføra.

Myndirnar av tekningunum av Ormi bónda finna tit í Myndasavninum ;)

Gott vikuskifti ynskja børnini í Uppistovu.