Tíðindi
Skúmskreiðing og djóradagur á Glyvrum
Hendan síðsta vikan í skúlaárinum verður brúkt til ymiskt. Í dag var tað so dagurin hjá 3.flokki at skipa fyri.
Siðvenja hevur í fleiri ár verið, at 3.flokkur sleppur at skipa fyri einum djóradegi, tí tað er ein partur av Hervør og Høgni bókini í 3.flokki.
Hundar, kettur, hamstrarar og dunnur vóru við í skúla í morgun, og hugnaðu børnini sær saman við hesum djórum.
Eisini var loyvt at hava hjól við í skúla, tó undantikið súkklur. Rulluskoytur, skateboard og løbehjul fresaðu runt í skúlagarðinum og uppi á vøllinum.
Síðst uppá dagin skipaðu vit so fyri einum størri skúmbað. Lagaligir sum brandmenninir eru, so vóru teir við uppá at koma inn í skúlan og sproyta okkum nógv skúm oman yvir eina presending vit høvdu spent yvir bøin.
Børnini hugnaðu sær og onkrir lærarar tóku eisini túrin oman eftir skráninginum við nógva sápuskúminum.