Seinastu tíðindi
Havnatúrur
09. januar 2018

Týsdagin vóru 4. flokkarnir ein túr í Havn, har tey vitjaðu Tjóðsavnið uppí í Hoyvík og fóru ein túr á skoytubreytina.

Á Tjóðsavninum fingu næmingarnir ein rundtúr runt á Savninum.

Vit fingu eina frágreiðing um upprunan til Føroyar. Um gosfjøll og hvussu havbotnurin skrædnar allatíðina, soleiðis at Føroyar spakuliga flyta seg longri og longri vekk frá Grønlandi, og at vit einaferð hava verið føst í Grønlandi.

Síðan flutti prátið seg inn á at Føroyar eru blivnar til í fleiri umførum. At gosfjøll hava lagt fleiri løg omanyvir hvørt annað við nógvum árum í millum. Hetta hevur gjørt, at man finnur hol mitt inni í grótveggum, sum hava týðilig merkir av skógarvøkstri og fremmandum blómum.

Vit fingu eisini eina frágreiðing um fuglar og djór í Føroyum upp gjøgnum árini, og til síðst endaðu vit í kjallaranum, har ein stór framsýning við elligomlum lutum er at síggja.

Kirkjubøstólarnir, gamlir bátar, og ikki minst lutir, sum eru funnir í útgrevstri á Sandi.

Mest spennandi vóru nokk beinagrindirnar av trimum fólkum, sum eru funnin undir kirkjugólvinum í kirkjuni á Sandi.

Vit endaðu dagin niðri á Vaglinum, har vit fingu møguleika at skoyta ein tíma og síðan ótu matpakka á Býarbókasavninum.