Tíðindi
Barnadansistevna í Sandoynni 21. apríl
10.04.2018
Leygardagin 21. apríl 2018 verður árliga Barnadansistevnan. Hesa ferð verður stevnan hildin í Sandoynni. Børn og ung úr dansifeløgum og skúlum úr øllum Føroyum koma saman at dansa føroyskan dans frá morgni til einaferð út á seinnapartin. Tað er ókeypis at vera við og at ferðast til og frá, og vit fáa morgunmat, døgurða og ein køkubita. Næmingar við Løkin og á Glyvrum, ið hava hug at vera við, skulu bert siga Jens Dalsgaard frá sum skjótast á tlf. 577765 ella á Facebook. Foreldur, ommur og abbar eru eisini vælkomin at vera við, og børn mugu vera saman við vaksnum. Ein vaksin kann væl hava fleiri børn við sær.
Eysturoyar Dansifelag
10.04.2026
Lesibólkur fyri børn saman við vaksnum á bókasavninum við Løkin
09.04.2026
Landsroyndin verður 14. - 17. apríl
24.03.2026
Varaskúlastjórastarv leyst at søkja
13.03.2026
Atgongumerkini til Madagaskar komin til sølu
11.03.2026
Kunning um miðvíst lesiskeið við Løkin
06.03.2026