Seinastu tíðindi
Árið ið fór 2018
20. desember 2018

Ein lítil heilsan á síðsta skúladegi 2018

Enn eitt ár er um at vera runnið. Vit hava enda 4. flokk og eru komin hálvvegis við 5. flokki, ja fyri summi merkir hetta, at tey longu eru komin í helvt við fólkaskúlan. Tíðin stendur ikki í stað, tíbetur, og vit hava lært og upplivað eina rúgvu í 2018.

Bókliga hava tit verið fyrimyndarlig. Altíð glað og fitt at koma inn í tíma til. Tit elska at síggja okkum lærarar og vit lærarar elska at síggja tykkum. Tað merkir ikki, vit lærarar ikki siga hvar skápið skal standa av og á, men tá dagurin, vikan og mánaðarnir eru farnir, so minnast bæði lærarar og næmingar tíbetur í flestum førum bert tað góða.

Hendingar vit kunnu taka úr rúgvuni 2018 eru, vitjan á Tjóðsavninum og skoytubreytini í januar, flogbørn kapping í februar, túrur við Norðlýsinum á Mentunardøgunum í Runavík, seturskúli í Leirvík, pannukøku ball hjá Jógvan Martin, gongutúrar í haganum og runt Toftavatn, sett niður og tikið upp eplir, tónleika framførslur í Løkshøll, evnisvika um Vatn, fótbóltskapping í Vági, og helst manglar okkurt enn.

Frá summarferiuni og fram til november høvdu vit fittan drong gangandi í a-flokkinum, meðan mamman var í praktikk í Runavík.

Nú vit fara í jólaferiu, var tað samstundis síðsti skúladagur hjá einum øðrum næmingi, sum hevur verið í flokkinum í 3 og ½ ár. Vit takka tykkum fyri tykkara íkast til flokkarnar, og ynskja tykkum alt tað besta framyvir.

Takk, 5.a og 5.b fyri allar tær góðu upplivingarnar vit hava havt saman, og vóna vit at 2019 kemur at hava minst líka nógv at bjóða.

Til seinast fara vit at takka, næmingum og foreldrum fyri 2018, ynskja tykkum øllum eini gleðilig jól og eitt av harranum signa nýggjar.

Komið væl inn í nýggja árið.

Vit gleða okkum at síggja tykkum aftur 7. januar í 2019.

Samling av myndum 2018 síggjast her

Vegna lærararnar

Guðrun Malena og Johnny