Seinastu tíðindi
Veiða vind í NLH mikudagin 3. apríl 2019
28. mars 2019

Mikumorgunin 3. apríl fara vit at hyggja og lurta eftir tónleikaævintýrinum "Veiða vind," ið verður framført í Norðurlandahúsinum. Tað er Føroya Symfoniorkestur, ið framførir ævintýrið í sambandi við Barnafestivalin 2019. Rakel Helmsdal skrivaði søguna, Janus á Húsagarði teknaði myndirnar og Kári Bæk skrivaði tónleikin.

Framførslan er kl. 10.05, og vit fara av Glyvrum við bussi kl. 8.05, so øll børn mugu møta áðrenn ta tíð. Aftaná framførsluna verður koyrt beinleiðis til Frítíðarskúlan í Rituvík. 

Ævintýrið er um lítlabeiggja, ið letur seg í riddaraklæði og er Ólavur Riddaraross, ið fer út á heiðina, har hann hittir álvagentuna Vár, bjørnina Vetur, ørnina Summar og drekan Heyst.

https://www.nlh.fo/#/3873/fso-barnakonsertir-2019

Starvsfólkini á Brúnni