Seinastu tíðindi
Flaggdagshald í Glyvra skúla 2019
24. apríl 2019

Flaggdagshaldið hjá Glyvra skúla var í dag hildið við standmyndina av Símun á Høgabóli. Næmingar, lærarar, foreldur, ommu og abbar, ja øll sum høvdu hug at vera við til flaggdagshaldið vóru bjóðađ við. 

3. flokkur hevði skipað fyri tiltakinum og høvdu tey fingið Símun Jóannesarson Hansen at halda flaggrøðuna.

Fyrst spældi ein partur av hornorkestrinum tvey løg. Síðan helt Símun flaggrøðuna.

Símun tosaði um okkara samleika. Um at vit øll hava ymiskan samleika, runavíkingar, søldfirðingar, lambafólk, rituvíkingar, glyvrafólk. Vit kundu eisini vera eysturingar, norðingar, suðringar o.s.fr, men ein felags samleiki hjá okkum øllum var Føroyar og føroyska flaggið.

Hóast flaggið í ár verður 100 ár, so gingu nógv  ár áðrenn tað varđ viðurkent. 

Hann greiddi frá um hvussu umráðandi tað var at kenna sínar vinir og fíggindar undir krígnum og vísti á, at undir krígnum avgjørdu eingilsmenn, at føringar skuldu hava føroyskt flagg á skipunum, soleiðis at teir kundu vita hvørji skip, teir kundu bumba, og hvørji vóru teirra vinir.

Símun endaði røðuna við at tosa um at vit skulu vera stolt av okkara flaggi og landi. At hvíti reini dúkurin í flagginum eisini kann vera okkara reina náttúra. Vit eiga ikki at dálka dúkin, tá vit taka flaggið niður og leggja tað saman. Ei heldur eiga vit at dálka okkara náttúru eftir at hava verið úti og notið hana.

Tiltakið endaði við, at Beinir Troest Rasmussen spældi tveir sangir fyri teimum sum vóru komin at lurta.

Ein hugnalig løta við góðum veðri og nógvum áhoyrarum.

Takk fyri eitt væl skipað tiltak og góðan flaggdag.

Fleiri myndir síggjast her