Seinastu tíðindi
Seturskúli í Vági
17. mai 2019

Vit kenna tað øll, tá man tapir ein dyst/finalu, so gongur altíð ein tíð áðrenn lokalmiðlarnir skriva dystarfrásøgn, møguliga er tað tí, at vit ikki leggja greinina út fyrr enn nú :)

1. og 2. mai vóru vit seturskúla í Vági.

Í november mánaði vunnu dreingirnir í 5.flokkunum seg í finaluna í skúla fótbólti, og í samband við finaluna, 1. og 2. mai, gjørdu vit ein væl eydnaðan seturskúla í Vági.

Vit fóru suður við Smyrli tíðliga mikumorgun og komu í skótahúsið í Vági umleið kl.13. Børnini ótu tá matpakka, og løtu seinni fóru vit ein gongutúr niðan í plantaguna omanfyri bygdina.

Eftir ein stuttan túr í plantaguni, fóru vit til Famjins, har ein eldri maður í bygdini greiddi frá um bygdina og um kirkjuna.

Í Famjins kirkju hongur eisini fyrsta føroyska flaggið, sum í ár gerst 100 ár. 

Pálshøll opnaði kl.17, so tá stóðu okkara børn klár at hoppa í hylin. Gestablíðir, sum suðringar eru, so bjóðaði Jens Petur Brattalíð okkum inn í marghøllina at hyggja at fótbólti millum Liverpool og Barcelona. Vit takkaðu fyri, og tey, sum ikki tímdu at hyggja at fótbólti í sjónvarpinum, vóru niðri á vøllinum og spældu.

Hósdagin var tann stóri finaludagurin. Vit fóru upp og fingu okkum morgunmat, síðan fóru vit yvir í marghøllina at gera okkum klár til dyst.

Hoyvíkingar vóru okkara mótstøðumenn. Dysturin gjørdist júst so spennandi sum ein finala skal vera. Hoyvíkingar løgdu seg á odda, men við einum góðum skoti fekk Leivur javnað, soleiðis at dysturin endaði 1-1. Dysturin skuldi nú avgerast við straffispørkum.

Tíverri gjørdust okkara dreingir ov stuttir í tí dystinum, so vit máttu taka til takkar við silvurmerkjum. Ikki so stuttligt at tapa finaluna, men samanumtikið eitt gott úrslit.

Ein sera góður og hugnaligur túrur :)

Fleiri myndir síggjast her