Tíðindi
6. flokkur á floti
04.11.2019
16. september vóru 6. flokkarnir árliga fiskitúrin við Draganum.
Veðrið var ikki av tí besta, men tó, so fingu vit ein góðan túr.
6.a fór við Draganum kl.8, meðan 6.b fór umborð kl.12:45
Vit silgdu yvir undir Kaldbak og lógu har eina løtu. Her fingu vit eini 25 hýsur.
Síðan løgdu vit longur út móti Flesjunum. Her drógu tey onkran toskin og størsti toskurin kom eisini her.
Miriam fekk ein tosk sum var um 83 cm og vigaði eini 14 kg.
Hetta var ein kapping millum allar 6. flokkar runt Skálafjørðin. 6.b fekk 42 fiskar, sum var tað mesta saman við 6. flokki í Kelduni, og Miriam í 6.b fekk tann størsta fiskin.
10.04.2026
Lesibólkur fyri børn saman við vaksnum á bókasavninum við Løkin
09.04.2026
Landsroyndin verður 14. - 17. apríl
24.03.2026
Varaskúlastjórastarv leyst at søkja
13.03.2026
Atgongumerkini til Madagaskar komin til sølu
11.03.2026
Kunning um miðvíst lesiskeið við Løkin
06.03.2026