Seinastu tíðindi
Ingvard gevst sum varaskúlastjóri
06. mars 2020

Ingvard tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1978. Hann arbeiddi í Adventistaskúlanum í Havn skúlaárið 1978/1979. Síðani 1979 hevur hann verið í starvi í Runavíkar kommunuskúla. Í 1996 tók Ingvard við sum leiðari av kvøldskúlanum í Runavíkar kommunu. Hetta starvið røkti hann til 2006, tá hann segði starvið frá sær.


Í 1999 gjørdist Ingvard partur av leiðslu skúlans, fyrstu árini sum deildarleiðari í táverandi Runavíkar skúla og seinnu árini sum varaskúlastjóri. Ingvard hevur øll árini m.a. havt framhaldsdeildina um hendi.  


Í februar fylti Ingvard 67 ár, og 01. mars 2020 varð hann loystur úr starvi sínum sum varaskúlastjóri í Runavíkar kommunuskúla. Hann heldur tó fram sum lærari nakrar tímar um vikuna tað, sum eftir er av hesum skúlaárinum.