Seinastu boð
Góðu næmingar, foreldur og avvarðandi.
03. apríl 2020

Sjálvt um vit nú hava verið heima síðani 12. mars, fara vit at ynskja tykkum øllum eina góða páskafrítíð.

Vit í leiðsluni fara at rósa tykkum fyri, at tit hava verið so røsk at fylgja við á heimasetningunum og at gera skúlating.

Sum nú er, vita vit ikki annað enn, at vit skulu í skúla aftur 3. páskadag. Um broyting verður hesum viðvíkjandi, kunna vit tykkum um tað.

 

Vinaliga leiðslan.