Seinastu tíðindi
Tilmæli í samband við Corona
05. januar 2021

Hóast høga smittutalið, so metir heilsufakligi myndugleikin, at tamarhald er á støðuni, og at tað er ráðiligt, at skúlagongdin heldur fram eftir sama leisti sum undan jólum. Vit minna tí á tey tilmæli, sum hava verið, og enn eru galdandi: 

  • Frástøðu – mælt verður til, at næmingar bert eru saman við børnum í teirra árgangi, bæði í og aftaná skúlatíð
  • Handreinføri – at næmingar vaska/spritta hendur, tá teir koma í skúla og síðan við jøvnum millumbili  
  • Einans næmingar og starvsfólk eiga at koma inn í skúlan  
  • At næmingar og starvsfólk, sum vísa sjúkutekin, eiga ikki at koma í skúla