Seinastu tíðindi
2. flokkarnir vitja Hans Andriasar hús og skoyta
08. januar 2021

2. flokkarnir til Havnar.

Nýggi tunnilin ger alt nógv nemmari og skjótari, so í morgun kl.8:30 fóru vit avstað av Glyvrum og 8:55 høvdu vit parkera bilarnar uttanfyri Tórsvøll og vóru klár at ganga oman til Sjónleikarhúsið í Havn, har Hans Andriasar hús eisini stendur.

Vit fóru inn í Hans Andriasar hús, har vit kundu síggja tey ting tey hava varveitt frá tí at Hans Andrias búði har.

Gamla skrivimaskinan hjá HA stóð frammi og nógvu myndirnar og lutirnir í stovuni hugtóku børnini.

Brynhild fortaldi síðan søguna um Gulleggið, sum Hans Andrias hevur skrivað, og eisini sungu vit ein av hansara sangum "Másin sigur pli pli pli".

Sjálvandi tóku vit eina felagsmynd uttanfyri, við standmyndina av Hans Andriasi.

Eftir hugnaliga løtu um Hans Andrias, fóru vit niðan í Gundadal at skoyta.

Ein glerstoyttur vøllur kann veruliga fáa pulsin upp hjá bæði stórum og smáum. 

Næmingar, lærarar og foreldur vóru øll "på gladt is" og børnini kundu hesa løtuna lærara lærararnar okkurt, tí tað var betri stýr á teirra rørslum enn okkara.

Ein góður dagur sum endaði við kakao og róma.

Ein tunnil, sum opnar upp fyri nógv fleiri møguleikum og ein sera góður dagur í Havn í morgun.

Fleiri myndir síggjast her

Gott vikuskifti