Tíðindi

Tíðindabræv um 100-daga-veitsluna

26.01.2021

Góðu tit øll í familjuni,

Mánadagin var 100-dagur. Tit eru sikkurt forvitin at vita, hvat 100-dagur er. Tað merkir, at vit hava verið her í hundrað dagar. Vit hava eitt slanguhøvd, og vit telja dagarnar við rundingum í tíggju ymiskum litum. Tað gera vit hvønn dag. Børnini funnu upp á hugskot til hvat, vit skuldu gera á 100-degnum. Børnini komu við 30 hugskotum, og tey vaksnu valdu 12 burturúr. Vit sparkaðu ein bólt hundrað ferðir. Vit boksaðu eina boksipútu hundrað ferðir. Vit bóltaðu rút hundrað ferðir. Vit hoppaðu band hundrað ferðir. Vit gingu hundrað trapputrin. Vit hoolaðu við hoolahoppringum hundrað ferðir. Vit teknaðu eitt 100-tal. Vit gjørdu búkvenjingar hundrað ferðir. Vit runnu úti 100 metrar. Vit driblaðu hundrað ferðir. Vit kastaðu ein bólt hundrað ferðir ímillum okkum. Vit ringlaðu við terningum, til vit komu upp í hundrað. Vit gjørdu hundrað Cheerios til eitt hálsband. Øll børnini fingu hvør sítt Cheerios hálsband. Vit ótu pitsu og drukku saft og vatn. Meðan vit ótu, hugdu vit eftir einum filmi um Emil í Lønnebergi. Á 100-degnum sungu vit tveir sangir við tølum. Annar eitur "Hundrað mýs" og hin eitur "Og tað var 99". Tað var ein góður og stuttligur dagur, sjálvt um vit blivu móð og tyst, tí vit rokaðust so nógv. 

Vit hopa, at tit hildu, at brævið var gott.

Vinaligar heilsanir frá okkum á Brúnni

 

Fleiri Tíðindi

Vikuætlan yvirlit

Office 365

I-bøkur

Orðabøkur