Tíðindi
Summardagar á Glyvrum 2021 - Hósdagur - Sangur og grill dagur
17.06.2021
Í dag, hósdag, var grilldagur. Vit byrjaðu øll inni í floksstovunum, har flokslærararnir høvdu ábyrgdina av at hugna sær við flokkunum. Kl.9:30 høvdu Kári Sverrisson og Hans Michael í Mittúni funnið guitarin og klaverið fram, og skipaðu fyri eini sangløtu úti í garðinum í umleið ein tíma.
Í meðan vit sungu vóru nakrir lærarar farnir í gongd við at gera pylsur og breyð klár, soleiðis at tað gekk skjótt fyri seg at fáa servera franskar hotdogs og saft til tey 150 børnini, sum spent bíðaðu eftir at fáa at eta.
Nú er bert ein skúladagur eftir hjá børnunum, og tá er ætlanin at 3.flokkarnir skipa fyri eini endaløtu. Har tey takka fyri tíðina á Glyvrum og spæla ein dyst móti lærarunum.
14.11.2025
Tíðindabræv 14. november 2025
13.11.2025
Søkt verður eftir lærara í tíðaravmarkað fulltíðarstarv vegna barnsburðarfarloyvi
12.11.2025
Terra Dreams og hini í First Lego League fagnaði við Løkin
11.11.2025
Faroese as a second language
09.11.2025
Barnadansur í Hæddini fríggjakvøldið 21. november
27.10.2025