Tíðindi
Stuðulstiltak
Takk fyri stuðulin
Góðu foreldur
Vit hava í nakrar dagar arbeitt fram í móti at gera eitt stuðulstiltak. Innkomnu pengarnir fara vit at lata til átakið hjá Reyðakrossi í Afganistan.
Brynhild greiddi týsdagin, til morgunsangin, frá um støðuna í Afganistan og vísti á fátækradømi og tann harða veturin familjurnar eru raktar av í løtuni.
Í dag seldu børnini í 3.a og 3.b toast til hinar næmingarnar í skúlanum, tí tey ynsktu at hjálpa Reyðakrossi við teirra arbeiði.
Sølan gekk sera væl, og tiltakið varð væl stuðlað. Toastsølan gav 4.395 kr, og um 10-tíðina kom Karstin Joensen og onnur starvsfólk hjá Elcon á gátt. Við sær høvdu tey ein kekk áljóðandi 10.000 kr., ið tey fegin vildu lata sum stuðul. Hetta takka vit hjartaliga fyri.
Eisini var stuttligt at síggja borgarstjóran, Torbjørn, leggja leiðina forbí skúlan, og stuðla tiltakinum.
Takk til tykkum foreldur fyri tykkara vælvild og stuðul. Somuleiðis takka vit Miðberg, FK og Elcon fyri tykkara góða stuðul.
Ein grein og fleiri myndir koma á forsíðuna seinni í dag.
Vinarliga heilsan
Næmingar og lærarar í 3.flokkunum.