Tíðindi
Jólahald 2021
15. desember 2021
Góðu foreldur og næmingar
Ein sera, sera, sera góður dagur er komin at enda. Tit eiga nøkur fantastisk børn.
Jólaframførslan í Løkshøll var heilt fantastisk, bert spell, at ljóðið ið bleiv stroymt knirkaði eitt sindur.
Vit hava nú klipt ymiskt frá leikinum og øðrum upptøkunum, sum vit hava gjørt.
Upptøkurnar eru upploadaðar á ein goymdan Youtube spælilista. Hetta merkir, at ein bert kann síggja upptøkurnar, um so er, at ein kennir leinkjuna.
Nakrar upptøkur av sangi frá í dag og onkrar skemtisøgur, eru ikki heilt lidnar redigeraðar, men koma út sum skjótast.
Um onkur hevur nakað í móti, at video-leinkjan liggur her, vinarliga sigið frá.
Guðstænastan sæst her:
Komin inn á Glyvrar, hevði jólamaðurin verið forbí við pakkum, so síðstu løtuna, áðrenn vit fóru í jólaferiu, hugnaðu vit okkum við jólapakkum frá jólamanninum.
Eisini vóru umboð fyri foreldrabólkin framvið við pakkum til lærararnar. Stóra takk fyri tað.
Vit fara nú jólaferiu og síggjast aftur 5. januar 2022.
Vit takka fyri farna árið og ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár.
Her er eitt myndasavn við myndum vit hava tikið fyrra hálvár í hesum skúlaárinum.
Blíðar heilsanir
Brynhild, Johnny og Randi