Seinastu tíðindi
Útferð á Skála og seturskúli á Glyvrum
04. juni 2022

Hósmorgunin fóru vit útferð yvir á Skála. Her steðgaðu vit fyrst við Prestá, ið er eitt sera gott og hugnaligt pláss at spæla og hugna sær.

Veðrið var av tí allar besta, so børnini hugnaðu sær óført í hylinum og ánnið oman móti fjøruni.

Eftir at hava hugna okkum við Prestá í tveir tímar endaðu vit dagin yviri hjá Sáru, ið býr stutt frá Prestá.

Við húsini hjá Sáru ganga tríggir fittir kálvar, sum børnini vóru spent at fóðra við breyð og grasi.

Her fingu vit eisini ís, sum kom væl við í góða veðrinum.

Eftir loknan skúladag fóru børnini heim eina løtu, áðrenn vit aftur møttu í skúlanum kl.19, tí nú skuldu vit hugna okkum og sova í skúlanum.

At eiga allan skúlan fyri seg sjálvan og kunna gera sum man vil uttan at ganga eftir skema, hildu børnini vera sera stuttligt.

Vit byrjaðu við at spæla spøl uppi á vøllinum áðrenn vit fóru at keypa pizza. Eftir at hava etið pizza kundu børnini hugna sær og gera tað tey høvdu hug til. 

Kl. 22 fóru vit yvir í Effo at keypa bomm og komin aftur í skúlan tendraðu vit film.

Um miðnátt vóru nøkur klár til at gera balladu :) Tey vildu sleppa inn í allar flokkarnar at spenna WC-papír runt um borðini og skifta bakgrundina á talvu telduni :) Ein fitt og stuttlig ballada.

Um 1-tíðina sovnaðu tey síðstu. Ein góður og hendingaríkur dagur :)

Fríggjamorgunin ótu vit morgunmat og ruddaðu, og dagurin endaði niðri á sandinum við kappróðrarnestið.

Myndir frá døgunum síggjast her.

(Fyrst koma myndirnar av telefonini hjá Johnny, síðan tær frá Sáru og síðstu myndirnar eigur Brynhild)