Seinastu tíðindi
Útferð við Tippafoss
07. juni 2022

Í dag gekk leiðin til Skálafjørð, har vit gingu fram við ánni niðan til Tippafoss.

Vit hava havt um Orm bónda av Skála og sóu toftirnar av húsinun hjá honum á Skála hin dagin.

Søgnin sigur, at Orm bóndi var ein illgerðarmaður og at hann drap ein mann og sonin hjá honum og tveitti líkini undir Tippafoss í Skálafirði.

Henda foss máttu vit síggja, ikki bara av søgnini, men eisini tí at fossurin er flottur og stuttligur at spæla undir og tað sama er “svimjihylurin” undir honum.

Vit fingu Paula at koyra okkum til Skálafjørð, og síðan fóru vit til gongu niðan til fossin.

Komin niðan til fossin hugnaðu børnini sær í hylinum og rundan um ánna.

Eftir 2 tímar fóru vit oman í EFFO at keypa ís og síðan ein túr oman á sandin eftir nýggju gøtuni, ið er gjørd fram við sandinum og niðan við ánni.

Kl.12:30 komu bilar eftir okkum.

Aftur ein góður, stuttligur og læruríkur dagur hjá børnunum.

Myndir frá degnum síggjast her