Tíðindi
Hósdagur - Djóra og hjóldagur á Glyvrum
Í dag skipaði 3.flokkur fyri árliga djóra og hjóldegnum.
Dagurin er altíð spennandi og góður, tí at síggja so nógv ymisk djór er eitt upplivilsi, sum vit kanska sjálvdan fáa.
Krabbar, hønur, heimalamb, hestar, pony, skeggdrekar, fiskar, hamstrarar og mangt annað slapp við í skúla í morgun.
Eisini var møguligt at hava rulluskoytur, skateboard, løbehjul og líknandi við í skúla, tí parkeringsøkið bleiv stongt, so vit kundu rulla og spæla har.
Eftir at vit høvdu etið, fortaldi Sára okkum um hundin Kvikk, sum Karstin Hansen í Klaksvík misti vekk á fjalli. Hundurin var burtur í 3 mánar, tá hann knappliga aftur stóð í túninum, í Mikladali, har hann hevði verið á fjalli um heysti.
Dagurin endaði við at 3.flokkur spældi dyst móti lærarunum. Dysturin var javnur, og tá Klæmint A. Olsen, dómari, floytaði fyri seinastu ferð, stóð á jøvnum 4-4. Dysturin skuldi avgerast, so straffispørk máttu skjótast. Illa gekk at fáa mál, men til síðst var tað 3.flokkur sum vann straffisparkskappingina.
Ein góður og stuttligur dagur.