Tíðindi

Heinta og pressa blómur

19.08.2022

Í dag byrjaði vanligi skúladagurin. Planløgdu at fara út við flokkunum, tí vit skuldu heinta blómur, ið vit skulu turka, so vit kunnu brúka tær til at gera myndir og annað.

Dagurin byrjaði tó heldur vátur, so vit útsettu úti arbeiði eina løtu, og fóru heldur eina rundvísing runt á skúlanum, so øll funnu fram til hvar WC-ini eru, vitjaðu bókasavnið, hugdu inn á lærarastovuna og inn til Hans Michael.

Síðan fóru vit í morgunsang gongina, tí tey fríkorterini tá veðrið ikki er so gott er loyvt at vera inni, og tá eigur tað at vera møguligt at fara inn í morgunsang gongina og hava tað friðarligt. Man hevur ikki loyvt til at renna og rópa á tí gongini, teir dagarnar tá børnini sleppa at vera inni í fríkorterinum.

Síðan var morgunsangur. Vit gjørdu rekkjur og fóru síðan stillisliga inn til morgunsang.

Eftir eitt fríkorter komu børnini inn at fáa sær at eta. Tað tekur eina løtu at fáa eti matpakkarnar, og ymiskt var hvussu nógv og skjótt børnini ótu, men eftir eini 30 minuttir, so høvdu tey flestu etið liðugt, samstundis sum vit hugdu at einum parti av Emil úr Lønnibergi.

Um 10:30 var veðrið batna munandi, og nú fóru vit út at heinta nakrar blómur. Øll skuldu heinta tríggjar blómur, sum vit nú hava lagt at pressa, so tær torna.

Síðstu løtuna var tíð til eitt sindur av spæli og hugna.

Næsta fríggjadag verður aftur okkurt kreativt á skránni, so spennandi at vita hvat gott vit fáa brúkt blómurnar til.

Myndir frá degnum síggjast her

Vh

1.a og Sára, Johnny og Tórhalla

Fleiri Tíðindi

Vikuætlan yvirlit

Office 365

I-bøkur

Orðabøkur