Tíðindi
Útiskúli í Lamba - 09.09.2022
Í dag hava vit havt útiskúla. Glyvra skúli hevur í fleiri á havt tað sum fasta skipan, at allir flokkar rotera við at hava útiskúla.
Tað vil siga, at 6. hvørja viku, eru tveir lærarar um flokkin allan dagin, og síðan kann man skipa dagin eitt sindur sum man vil.
Í okkara føri, so hava vit søkt Mentamálaráðið um eyka tímar, til flokkin, tí vit hugsa at arbeiða við kreativum tingum fríggjadag. Hetta fingu vit játtað, og tískil so hava 1.a og 1.b dupult lærara skipan hvønn fríggjadag.
Í dag hava vit verið í Lamba. Vit fóru við Paula inneftir. Hann slepti okkum av uppi í bygdini, og síðan gingu vit spakuliga oman í bygdina. Hugdu at hestum og øðrum.
Komin oman í skúlan settu vit taskur og annað frá okkum og fóru síðan víðari oman á støðna. Har gingu vit og hugnaðu okkum eina løtu. Børnini hildu tað vera trupult at ganga í millum rundu og hálu steinarnar. Sera góð balansu venjing hjá okkum øllum.
Á veg niðanaftur í Lamba skúla, fóru vit at fanga síl. Vit sóu fleiri, men ikki øll vóru líka løtt at fanga. Tað eydnaðist tó at fanga trý síl, sum vit kundu eygleiða og hava í spann eina løtu.
Á vegnum møttu vit eisini bóndakonuni, Lailu, sum hevur stóran rabarbugarð. Hon bað okkum taka okkum hvør sína rabarbu, so vit kundu gera okkum okkurt lekkurt seinni. Sára hevur nú fingið til uppgávu at kóka rabarbusaft, sum vit fara at brúka aftur við ísi seinni.
Síðan steðgaðu vit eina lítla løtu í fjósinum hjá Jón, har vit sóu tveir hestar. At vitja fjós er altíð ein góð uppliving. Børnini halda tað vera spennandi at síggja djórini, umframt at lukturin í einum fjósið kann kennast løgin hjá onkrum.
Vit endaðu dagin aftur í Lamba skúla, har vit ótu matpakkar og hugnaðu okkum síðstu løtuna.
Áðrenn vit fóru í bussin fóru vit omanaftur í ánna við sílunum.
Ein sera góður og hendingaríkur dagur :)
Myndir koma seinni